Hví skúlabridge?

prinsurinbill-2øssur-bridge1x1-skulanamingurPrins Henrik ger tað.
Dronning Margrethe ger tað.
Bill Gates ger tað.
Øssur Wintereig ger tað.

Umleið 1 millión fólk kring knøttin gera tað.

Bridge stimbrar og hevur avbjóðingar til øll, høgan sum lágan. At tú sum ung/ur lærir at spæla bridge, er ein íløga fyri lívið.

 

Hugaítróttur

Hugaítróttur er ein partur av einum víðkaðum ítróttarhugtaki, og lyklaorð í bridge eru bindindi og evnini at savna tankarnar – tað sum vit í dagligari talu nevna konsentrasjón. Næmingar við púra ymiskum fortreytum kunnu hittast í felagsskapi, har tað ikki snýr seg um at vera størst og sterkast, men at vísa virðing hvør fyri øðrum, samstarva við makkara, hugsa frameftir og skerpa seg.

Í bridge er neyðugt at hugsa logiskt, leggja eina strategi, fremja ein ætlan, og tú lærir at taka avgerðir grundaðar á støddfrøði og tína vitan um menniskju.

Skúlabridge kann…

  • stimbra evnini at savna seg og skerpa seg
  • eggja til innlæring gjøgnum spæl og at loysa uppgávur
  • bøta um tey vanligu læringarevnini so sum tað at hava skil á tølum, minninum, líkinda- og samskipannarrokning, høvuðrokning og váðameting
  • styrkja tað sosiala samanhaldið og geva sjálvsálit
  • bjóða vitinum av og skerpa tey logisku og støddfrøðiligu evnini
  • fara fram tvørtur um átrúnaðarlig mørk, kyn, málsligar forðingar, mentan og aldursmørk

 

Kendir bridgespælarar >>