Og er møguleiki fyri at fáa skúlabridge inn á okkara skúla?
Føroya Bridgesamband hevur í 2016 sett sær fyri, miðvíst at arbeiða fyri at fáa fleiri at spæla bridge í Føroyum.
Tvey tilboð
Vit arbeiða við tveimum ymiskum tilboðum til føroyska fólkaskúlan
# 1 Verkstovur á temavikum
# 2 Tímar yvir styttri – ella longri – tíðarskeið
Set teg í samband við Símun Lassaberg fyri at hoyra nærri um, hvat Skúlabridge kann bjóða júst tínum skúla. Fartel. 504741 | T-postur: slassaberg@gmail.com.
Kostnaður
Tað er ókeypis hjá skúlunum, at fáa bridgelærarar út á skúlan. FBS rindar løn til lærararnar.