Skúlabridge við Streymin og í Havn við Morten Bilde I Oktober 2016

Føroya Bridgesamband hevur heitt á Morten Bilde um at halda tvey skeið í skúlabridge og eitt skeið fyri undirvísarar.

Skeiðini í skúlabridge verða byrjanarskeið í Skúlanum við Streymin og í Skúlanum á Fløtum.

Fríggjadagin 28. oktober 2016

Tað verður fríggjadagin 28. oktober. Frá kl. 8 til 11 á Skúlanum við Streymin og frá kl. 12 til 15 í Havn. Til bæði skeiðini eru brúk fyri nøkrum hjálparum at sita við borðini og hjálpa við tí mest grundleggjandi.

Áhugað kunnu seta seg í samband við Símun Lassaberg á slassaberg@gmail.com ella á telefon 504741

Leygardagin verður skeið í Bridgehúsinum fyri áhugaðar undirvísarar. Øll áhugað kunnu siga frá hjá Símuni. Væntandi verður skeiðið frá kl. 12 til 17.

Skriv et svar