Skúlin á Fløtum er fyrsti skúli, ið hevur skúlabridge á tímatalvuni!

So er skúlabridge byrja!

Skúlin á Fløtum er fyrsti skúli, ið hevur skúlabridge á tímatalvuni!

Glað vóru vit, tá Katrin Gullbein, lærari á Skúlanum á Fløtum, vendi sær til okkara, við fyrispurningi um, at fáa skúlabridge inn í hennara flokk í sambandi við valfak.

Í gjár – 29. august 2016 – fóru vit, væl mannaði, út á skúlan. Har hittu vit Katrin og hennara sera fitta 6 flokk. Allir næmingarnir vóru sera áhugaðir í at spæla bridge. Undirvísari var Arnbjørn Sivertsen, hjálparar vóru Mortan Rasmussen, Jákup Hjaltalin, Finn Ougaard og eg, Ása Andreasen. Harumframt var lærarin, Katrin Gullbein hjástødd. Ja, hon spældi faktiskt við 😉

Vit hava avtalu um at undirvísa fyri hesum flokkinum hvønn mánadag í nakrar vikur. Tað gleða vit okkum ómetaliga nógv til.

Omanfyri eru nakrar myndir, sum eg tók av fyrsta skúla flokkinum, ið hevur fingið undirvísing í Bridge frá Skúlabridge.

Ása

 

 

Skriv et svar